TAÐ MÁ RØKKA ELLA STØKKA

Ein akrobatisk sýning um kvinnuliga styrki. Við støði í egnum ættarsøgum kanna seks kvinnuligir parakrobatar markið millum at røkka og at støkka. Tyngd og lættleika. Styrki og viðkvæmi. Gleði og sorg.

Fyri fleiri árum síðan fór eg undir ættargransking saman við ommu mínari. Undir hesum arbeiði fekk eg so líðandi, men áhaldandi kunnleika til fleiri av sterku kvinnunum í ættini, harímillum ommu mína í móðurætt. Eg setti mær fyri at hava viðtal við hana, og gjøgnum samrøðurnar fekk eg kunnleika til sterkar kvinnur, sum við kropsligum arbeiði føddu seg og húskið. Hetta vakti áhuga og forvitni hjá mær, sum seinni menti seg til at gerast sýningin ”Tað má røkka ella støkka”.

Við sýning okkara vilja vit miðla eina listaliga sterka frásøgn um søguna hjá norðurlanda kvinnum. Søgan verður myndað við kvinnuligum felagaakrobatum, sum eins og omma mín, og aðrar kvinnur sum hon, hava noyðst at nýta kropsliga megi og treysti í arbeiði sínum. Persónligu og professionellu royndirnar teimum kvinnuligu listafólkunum ávirka eisini søguna, av tí at frásøgnin kemur fram gjøgnum styrki og veikleikar akrobatanna. Í ”Tað má røkka ella støkka” kanna vit vandamálini kring tað at vera kvinna og akrobatur, umframt at kanna fordómar um kvinnukroppin.

Sýningin ber sterkar kvinnuligar fyrimyndir og gevur okkum djúpari samband við mentanararv okkara við at hyggja at ættarliðum okkara og síggja, hvat ið tey hava borið, kropsliga og sálarliga.

Okkum tykir, at henda sýning hóskar best til ungdómsskúlan og framhaldsdeildir. Ungdómarnir eru miðskeiðis í tilgongdini við at finna seg sjálv, og nógv hendir í kropsligu menningini. Tað er týdningarmikið við sterkum fyrimyndum, og vit halda hana vera viðkomandi bæði fyri dreingir og gentur við kropsligari styrki og kvinnuligum fyrimyndum. Ung liva ógviliga nógv her og nú í einum nýtíðarligum skíggjaheimi, henda sýningin lítur aftur á, haðan vit stava, søgu okkara og mentanararv og benda á samdømi haðani til dagsins kropsligu arbeiðsuppgávur, sum næmingar í hesum málbólki lættliga kunnu kenna seg aftur í.

Sum ein part av royndini síggja vit fyri okkum at hava verkstovu fyri næmingarnar í sambandi við at vísa sýningina, bæði í teori og í verki.

Í løtuni er eingin ferðandi framleiðsla í Skandinavia, sum líkist ”Tað má røkka ella støkka”.

Felagaakrobatikkur á hesum stigi er ikki vanligur og heldur ikki sirkusframleiðslur á hesum stigi. Henda sýningin kann vera við til at seta nýsirkus á mentanarskránna og vónandi lata upp fyri einari heilt nýggjari uppliving hjá áskoðarunum víða hvar í Føroyum.

www.baraellerbrista.com


Listafólk: Seks akrobatar úr bólkinum Circus By Me
Listagrein: Nýsirkus við fólkatónleiki
Slag: Sýning við verkstovu
Longd: 50 minuttir
Tíðarskeið: 10.–16. novembur 2021
Málbólkur: 4.–7. flokkur, 8.–10. flokkur
Næmingatal: Sýning í minsta lagi 30 næmingar, í mesta lagi 250 næmingar
Høli: 8x8 metrar pallstødd. 5 metrar loftshædd
Krøv: Minimum el-krav á 16A einfasað