SKUGGIN

Ein audio/visuell konsertsýning enduryrkt eftir Hans Christian Andersen. Ein skuggi, sum yvirtekur lívið hjá harra sínum. Klarinettleikarin Fritz Gerhard Berthelsen ber fram ein monolog í tvífalda leiklutinum sum ein klókur maður og skuggi hansara, umgirdur av live-elektronikki og videomyndum á einum skíggja. Tónleikarin fær avbjóðing av einari farteldu við beats og loops. Ensemble Contemporánea hevur sett fokus á eitt týdningarmikið evni um samleika sagt frá gjøgnum samtíðarlist.

Live klassisk konsertsýning, sum Ejnar Kanding (1965- ) hevur skrivað, borin fram á klarinett og bassklarinett av Fritz Gerhard Berthelsen og pallsett av electronica frá einari farteldu við áhaldandi beats og loops í samspæli við video, tekst og performance. 

Innleiðsla

Við einari enduryrking av ævintýrinum Skuggin hjá H. C. Andersen frá 1847 um skuggan, sum yvirtekur lívið hjá harra sínum, verður fokus sett á samleika í einum nýtíðar miðlaheimi. Talan er um ein monolog, har høvuðspersónurin í søguni og skuggi hansara við klarinett og bassklarinett flytur seg aftur og fram í einum umhvørvi av elektroniskum miðlum.

Við frásøgnini í hátalarunum verður sýningin borin fram á føroyskum.

Sýningin

H. C. Andersen hevði bara skrivaða orðið at siga frá við. Tekstur hansara er hugløddur og  myndaríkur og hóskar ser væl sum ein musikkdramatisk sýning.

Skuggin snýr seg í høvuðsheitum um H. C. Andersens egna stríð við at finna sess í samfelagnum sum listamaður. – Ein lærdur maður letur skugga sín fara á kanningarferð í skaldskapinum, og tað endar við, at skuggin yvirtekur lív hansara. Andersens ómilda søga setur ljóskastaran á eitt æviga aktuelt evni um at skapa ein samleika og halda fast við hann í einum heimi, sum ilt er at fáa skil á. Tað uppliva vit í dag eitt samdømi til í virtuellu heimunum, sum vit ferðast heimkunnug í og ofta verða slúkt upp í. Hvørji vit so eru í veruliga heiminum, kann stundum vera torført at fáa greiðu á. 150 ára gamli tekstur Andersens er so statt aktuellari enn nakrantíð. Við at endursiga Skuggan í einum tíðarhóskandi tónlistaligum og visuellum formi vóna vit at kunna geva íblástur til eitt forvitnisligt prát aftaná í flokkinum um samleika.

Fritz Gerhard Berthelsen, klarinett, bassklarinett og performance (1963) - www.bassclarinet.dk

Føddur i Keypmannahavn og útbúgvin á klarinett fyrst í Noregi hjá Håkon Vestly og seinni í Sveis hjá Thomas Friedli. Endaði í 1992 við einari I. Prix Virtuosité frá Conservatoire de Musique de Genève (Sveis). Fritz hevur verið virkin í symfoniorkestrum, eitt nú Deutsche Kammerakademi Neuss (Týsklandi) og Orchestre de la Suisse Romande (Sveis). Síðan 1997 hevur Fritz við Ensemble Contemporánea givið út 6 fløgur, framført 91 frumsýningar í Danmarks Radio og sum klarinettleikari og visuel performer m.a. verið við í ICMC, Beijing (Kina); ISCM, Hong Kong, Interactive Arts Performance Series, New York (USA) og Festival Syntese in Burges (Fraklandi).

Skuggin hevur síðan fyrstu framførsluna í 2013 spæl yvir 250 sýningar fyri skúlabørnum í 8 londum á 8  ymsum málum.

Her er nógv meiri kunning: www.theshadow.dk


Listafólk: Fritz Gerhard Berthelsen
Listagrein: Tónleikur, Performance, Live Audio/video
Slag: Sýning
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 15.–19. novembur 2021
Mál: Danskt
Málbólkur: 0.-3. flokkur (aldur 6–9), 4.–7. flokkur (aldur 10–13)
Næmingatal: Í mesta lagi 200 (best við 100–150 næmingum)
Høli: Fimleikasalur við 6 x 6 metra palløki, eitt nú á gólvinum. Myrkalegging neyðug!
Krøv: Ein stikkkontakt, nakrir stólar og eitt lítið borð