TEARS OF A CLOWN
Ein genta. Eitt parlag. Eitt óruddiligt rúm og ein soraður veruleiki. Ein leikframleiðsla grundað á rørslu um eitt niðurbrótandi parlag lýst úr sjónarhorninum hjá einum fívli. Hvør er fívilin, og hví sigur hann hesa søguna? Framførslan er bygd á samrøður og samtalur við eitt staðbundið kvinnuhús. Ætlanin er at varpa ljós á harðskap við hús í parlagi hjá ungum fólkum og at eggja næmingum til at verða kunnigar við evnið.
DHMJ - Det Här är Mitt Jobb er ein leikbólkur úr Västerås í Svøríki. Okkara minimalistiska pallmynd og mikla útsøgn byggir á vónina um at tamba mørkini í rúminum og í okkum sjálvum. Málið er at skapa nógv úr sera lítlum. Við leikpallinum sum byrjanardepli savna vit onnur sløg av útinnandi leiklist; nýtímans dansi, keipuleiki, sjónleiki og tónleiki. Vit vilja finna evni, hugtøk og støður, sum varpa ljós á ymiskar partar av veruleikanum. Grundað á okkara slag av list vilja vit fáa áskoðararnar at taka støðu og at hugsa seg um, kjakast og luttaka í tí, sum vit vísa fram. Vit vilja skapa sjónleik, sum talar til øll, hvørji tey so eru, ella hvar tey eru. Vit hava nógvar royndir við at framføra “Tears of a Clown” í skúlum og hava gjørt framførsluna við júst tí endamáli. Bæði evnið og pallsetingin eru gjørdar við tí fyri eyga at samskifta við áskoðarar, sum hava tilknýti til skúla. “Tears of a Clown” er ein leikframleiðsla grundað á rørslu um eitt niðurbrótandi parlag, har alt var lýtaleyst í fyrstuni, júst sum í eini romantiskari komediu. Eitthvørt hendir, og mørkini verða spakuliga, men vissuliga flutt. Vald og harðskapur taka við í parlagnum, sum einaferð var trygt og gott. Heimið gerst sum eitt fangahús, har vit hava valt at vísa kynsligan, sálarligan og likamligan harðskap. Kynsligi og likamligi harðskapurin verður mest vístur við koreografi til tess at vísa evnið á ein hátt, ið er hóskandi fyri ávísu áskoðararnar. Framførslan verður søgd úr sjónarhorninum hjá einum fívli. Fívlar eru ofta ímyndin av onkrum stuttligum og skemtiligum, men kunnu eisini verða sæddir sum ein sosialur skortur, sum vit øll lata okkum í undir ymiskum umstøðum. Sostatt fjalir hann tað, sum hendir í privata lívi okkara, júst sum harðskapur við hús ofta fer fram aftan afturlatnar dyr. Í skapanartilgongdini av framførsluni er eitt haldgott arbeiði gjørt. Tað byggir á samrøður og samtalur við eitt kvinnuhús til tess veruliga at skilja hetta evnið og tann leiklut, sum harðskapur hevur í einum niðurbrótandi parlagi. Vit halda, at tað er sera týdningarmikið at tosa um hetta, og tí hava vit gjørt hesa framførsluna.
Evnini, sum dentur verður lagdur á, eru: Tilgongdin til normalisering, harðskapur við hús í ungum parløgum og kærleiki. “Tears of a Clown” kann framførast bæði á svenskum og á enskum.
Listafólk: tríggir leikarar úr bólkinum DHMJ- Det Här är Mitt Jobb
Listagrein: Sjónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 1.–5. novembur 2021
Málbólkur: 8.–10. flokkur
Næmingatal: Í minsta lagi 15. Í mesta lagi 100.
Høli: Floksstova, aula ella fimleikahøll
Krøv: Einfalt ljós, sum lýsir á pallin og ger partar ”svartar”. Um neyðugt ber til við dagslýsi eisini
Ljóð: Ein hátalara