KÓPAKONAN Í NÝGGJUM HAMI
“Kópakonan í nýggjum hami” er ein framførsla, ið sameinir tónleik, frásøgn og myndlist í eina hægri eind. Næmingarnir fara at uppliva søgnina um Kópakonuna á heilt nýggjan hátt — við tónleiki eftir Páll Sólstein, sum verður spælt av EKA trio, Biritu Poulsen sum sangara og frásøgufólki við myndum hjá Edwardi Fuglø.
Listafólk: Kristina Thede Johansen, Ernst Dánjalsson Remmel, Aksel Dánjalsson Remmel og Birita Poulsen Listagrein: Tónleikur, frásøgn og myndlist
Slag: Framførsla
Longd: 25 minuttir
Tíðarskeið: 10.–14. januar 2022
Málbólkur: 0.–3. flokkur, 4.–7. flokkur, 8.–10. flokkur
Næmingatal: Einki mark
Høli: Ikki ov lítið
Krøv: Eitt klaver. Uppvørpa. Mikrofon og hátalari