HEARTBEAT

Performancebólkurin HeartBeat Group eru tríggir bragdligir tónleikarar fullir av spæligleði. Teir bjóða eina fjølbroytta konsertuppliving, sum bralar av eldhuga. Framkomnar rytmur verða leikandi lætt bornar fram, meðan leikpallurin fyllist av sangi, rappi, sjónleiki og stomp. Við hjartayli og einum skálkabrosi lýsir HeartBeat Group langt út um pallrøðina og bergtekur børnini, sum á leiðini verða boðin at vera við í sangi, klappan og bodybeat. Fyri hvørt eitt trummuslag – hvørt eitt hjartaslag – breiða brosini seg.

HeartBeat Group hevur, sum árini eru liðin, spælt fyri meira enn 100.000 børnum, og hvør einasta konsert hevur verið ein framúrskarandi uppliving. Vit vita einki betri enn at spæla fyri børnum. Tey svara beinan vegin spæligleðini aftur og eru løtt at smitta við eldhuga. Børn eru livandi og spontanir áhoyrarar, so tvær skúlakonsertir eru ongantíð eins. Tá ið tú spælir fyri børnum, hevur tú høvi at gróðurseta eitt fræ í teimum og vekja teirra musikalsku gávur. Vit halda, at tað er umráðandi at geva næmingunum eina stórfingna uppliving við live tónleiki fyri at pritla forvitni teirra og geva teimum íblástur til sjálv at spæla tónleik. Vit høvdu satt at siga viljað, at vit høvdu havt vitjan av einum flokki av eldhugaðum tónleikarum, tá ið vit sjálvir gingu í skúla.

Henda skúlakonsertin er evnað til í samstarvi við ein framleiðara frá LMS – Levende Musik i Skolen.  Hon er vorðin spæld, virðismett og endurbøtt gjøgnum meira enn 500 sýningar í donskum skúlum og skúlum í øðrum londum. HeartBeat Group gevur eina fjølbroytta konsertuppliving, har stomp-formurin verður blandaður við sangi, rappi og sjónleiki. Við tónleikinum í miðdeplinum sigur hvørt einstakt nummar eina søgu. Rytmur úr øllum heiminum og ein egghvøss timing skapa karmin um smáar frásagnir úr gerandisdegnum. Við kropsmáli, gamanslyndi og mimikki verður nortið við evni sum happing, kapping, grammleika og vinaløg.

Hetta er ein konsert, sum letur eygu upp og gevur íblástur. Ymsar grooves verða bygdar upp á borðum og tunnum, chipsdósir verða brúktar sum shakarar, dunkar verða brúktir sum slagljóðføri, ljóðføri verða førd fram vokalt, og   kroppurin verður nýttur sum trummusett.

Tey 9 nummurini vísa støður, sum børnini kunnu kenna seg aftur í og spegla sær í. Til dømis lýsir eitt nummar ein skúlatíma, og eitt annað, hvussu illa tað kann gangast, tá ið ein skiftir um leiku. Eitt triðja nummar setur ljóskastaran á, hvussu kappingar kunnu birta klandur millum vinir.

Næmingarnir verða tiknir við undir og millum nummurini. Teir verða bodnir við til smá rytmuspøl, teir verða bjóðaðir av og verða pritlaðir við ”call and response”, og teir medvirka við sangi, klappan og bodybeat. Av tí at konsertin bæði hevur stórar armrørslur, buldur og brak, og stillførari brot við sangi og orðaleysari søgufrásøgn, talar hon bæði til dreingir og gentur.

Við stomp-konsert okkara vilja vit vísa børnunum, at tónleikur er altíð tøkur – ljóð eru í øllum uttan um okkum. Hava vit hug, kunnu vit bara leggja í vaðið. Okkara høga musikalska stig saman við óhátíðarligu og spølnu atgongd okkara til tónleikin stuttleikar og gevur næmingunum íblástur. Vit gera tónleikin ítøkiligan og fáa hann niður í barnahædd við t.d. at brúka kroppin sum ljóðføri og skapa eitt

BodyBeat-nummar saman við næmingunum. Framleiðslan er nonverbal, og vit vísa hervið, hvussu tónleikurin kann vera eitt mál í sjálvum sær.

Ein hópur av undirvísingarsjónbondum verður tøkur til tess at fyrieika næmingarnar til konsertina.


Listafólk: tríggir tónleikarar úr bólkinum HeartBeat Group
Listagrein: Stomp Musik
Slag: Sýning við verkstovu
Longd: Millum 45 og 50 minuttir
Tíðarskeið: 25.–28. oktobur 2021
Mál: Svenskt og enskt
Málbólkur: 0.–3. flokkur, 4.–7. flokkur
Næmingatal: 150 næmingar
Høli: Gólvvídd (við ongum gólvteppi) í málunum 6 metrar í dýpd og 6 metrar í breidd
Krøv: Vanligan streym