Trølladukkuverkstova

Kava niður í íslendsku søgurnar um trøll og huldufólk og slepp skapanarevnunum leysum, tá ið tú gert tær eina trølladukku úr náttúru- og endurnýtslutilfari. Dukkustjórin Greta Clough stjórnar verkstovuni. Hon er listarligur stjóri á íslendska dukkuleikhúsinum Handbendi Brúðuleikhús, sum hevur vunnið altjóða virðisløn.

Á verkstovuni fer Greta Clough at leiða næmingarnar inn dukkusjónleikaheimin. Teir sleppa at síggja dømi um ymisk dukkusløg, eins og teir fáa høvi at royna eitt úrval av dukkum. Flokkurin deilir søgur um trøll og Greta fer at siga frá um íblásturin til summar av framleiðslum sínum, til dømis “Trøll” og “Búkollu”. Næmingarnir sleppa at royna seg við einføldum sniðgávuhugskotum og tilgerðarháttum, tá ið teir læra meir um tilfarið, og hvussu teir kunnu avdúka lyndið í dukkuni. Tá ið verkstovan endar, hevur hvør næmingur gjørt sína egnu dukku. Alt tilfar verður útflýggjað. Vælumtókta verkstovan hevur verið um alt Evropa, og allastaðni í verðini hevur hon við síni dukkuframleiðslu og søgufrásøgn elvt til gleði og fragd.


Listafólk: Handbendi Brúðuleikhús
Heiti: Trølladukkuverkstova
Listagrein: Dukkusjónleikur, sniðgáva, at siga søgur
Slag: Verkstova
Longd: 90 minuttir
Tíðarskeið: 15. -­ 19. mars 2021
Málbólkur: 0. - 3. Flokkur | 4.-7. Flokkur | 8.-10. flokkur
Mál: Íslendskt/Enskt
Tal av næmingum: 15
Høli: Nóg mikið av borðum til næmingarnar at arbeiða á
Krøv: El til heitlímpistól