Eg, tónaskaldið

"Eg, tónaskaldið" gevur børnunum neyðugu amboðini, so tey kunnu gera sín egna tónleik og á tann hátt kalla seg tónaskald. Kvartettin undirvísir við at brúka sjón-og hoyrnsansirnar við einum dismi av ástøði. Verkstovan endar við, at saksofonkvartettin hevur eina pinkukonsert fyri øllum flokkinum og framførir nýggju verkini hjá børnunum.

PRESENTATIÓN
Kvartettin sigur, hvørji tey eru, og hevur eina lítla konsert, har kunnað verður um ymsu tónleikagreinirnar fyri klassisku saksofonina – heilt frá kendum verkum eftir norska tónaskaldið Grieg til nýskrivaðan samtíðartónleik umframt stykki framførd við akrobatikki. Á henda hátt fanga vit áhugan hjá børnunum og tosa um, hvussu ein kann vísa sínar kenslur við tónleiki. Undir konsertini verða øðrvísi spælihættir og effektir sýnd fyri at vísa á, at øll ljóð, sjálvt kvirra, kunnu vera tónleikur. Í síðsta parti av presentatiónini verða børnini biðin um at tekna, meðan kvartettin spælir eitt verk. Uppgáva er at tekna tað, tey føla ella hugsa, meðan tey hoyra tónleikin.

VERKSTOVA, 1. PARTUR
Vit hava opið prát við børnini um, hvat tey hava teknað, og hvørjar kenslur ella hugsanir tey fingu av tónleikinum. Haraftrat tosa við eisini um notatión og geva teimum amboð, so tey kunnu notera tónleik. Vit geva teimum dømi um klassiska notatión, men eisini hvussu tey kunnu notera tónleik við eitt nú brosandlitum. Vit kunna tey meiri um ljóðføri okkara, og hvat virki tey hava í ljómliðum, umframt at vit vísa teimum, hvussu nýggjari spælihættir ljóða á ljóðførunum. Fyrsti partur av verkstovuni endar við einum spæli um tey ymsu notatiónsteknini, lutvíst fyri at seta børnini í gongd, men eisini við tí í huga, at fjølbroyttir læruhættir betra útlitini fyri, at tey minnast nýggja lærdómin. *Hvussu kunnu tekn og symbol verða nýtt, tá ið tónleikur verður skrivaður.

VERKSTOVA, 2. PARTUR
Børnini verða skift í minni bólkar og fara at smíða tónleik. Tey fáa leysar teymar at skapa sín tónleik/síni ljóðlandsløg. Vit eru hjá teimum undir allari tilgongdini og hjálpa um neyðugt, og vit svara spurningunum.

VERKSTOVA, 3. PARTUR
Síðsti partur av verkstovuni er ein konsert við tónleiki, sum børnini hava gjørt, og sum saksofonkvartettin framførir. Allir nótar verða kopieraðir, so børnini í flokkinum hava høvi at fylgja við í notatiónini, meðan stykkið verður spælt. Haraftrat verður konsertin spæld inn og síðan send flokkinum, so børnini fáa høvi at vísa familju, vinum og kenningum sín tónleik.


Listafólk: Asynja Saxophone Quartet
Heiti
: Eg, tónaskaldið
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framsýning við verkstovu
Longd: 180 minuttir
Tíðarskeið: 22. - ­ 26. mars 2021
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur
Mál: Føroyskt/Danskt
Tal av næmingum: 6 - 28
Høli: Vanligt undirvísingarhøli umframt eyka arbeiðshøli til bólkaarbeiði.
Krøv: Neyðugt er at sleppa fram at kopimaskinu. Børnini skulu hava pappír, litblýantar og tussj við sær.