Melodiskir lutir
Melodiskir lutir bera fram fimlan sum tónleik fyri eyguni! Ber tað til at hoyra litir? Henda framførsla fær lív í tónleikin og ger hann til lutir, tú kanst nema við! At fimla verður brúkt til at gera eitt visuelt partitur fyri eina livandi ljóðrás – ein fagnaður fyri eygu og oyru.
Eftir at hava arbeitt tætt saman við heimskenda fiml-bólkinum Flying Karamozov Brothers, er Melodiskir lutir grundað á eina endurgeving frá teirra Broadway framførslu:
"Fiml er eitt rað av gerðum, køstum og tøkum, sum henda við virðing fyri tíðini. Tónleikur, á sama hátt, er eitt rað av gerðum, tónar rásmyndaðir í tíðarframhaldinum. Nú er tað so, at hetta samband millum tíð og hendingar verður nevnt, “rútma." Tað sama heitið, “rútma," kann eisini verða brúkt fyri tað sama sambandið í fimli. So, sum vit júst hava sæð, fiml er rútma, og tónleikur er rútma. Og so sigur skilvísin okkum, at um A er tað sama sum B og B er tað sama sum C so er A tað sama sum C, tí er fiml tónleikur!"
Nýggja framførslan tekur hugskotið um rútmu í fimli og tónleiki eitt stig longri og brúkar hugskotið um eitt tónalag. Vit vita øll, hvat eitt tónalag er, tá ið vit hoyra tað – men hvat man tað merkja at síggja eitt lag? Hvussu sær eitt lag út? Tað er júst hesum, sum fiml í hesi framførslu svarar. Fimlið er ikki ein einføld framløga av tónleiki, við at brúka sergjørdar lutir verður fiml tónleikur í sjálvum sær. Sansanin millum tað, ið eygað sær og oyrað hoyrir, er ógreið. Við at brúka neyvt koreograferaðar litir og sertól, kann tónleikur verða sæddur og fiml kann verða hoyrt!
Framførslan endar við einari samskipaðari verkstovu, har allir næmingar sleppa at vera við í pørtum av framførsluni. Henda luttøka setur eingin serlig plásskrøv og næmingum tørvar onga eyka ella serliga útgerð - vit fara at fimla og gera tónleik saman við at skipa okkum og manipulera hendur og føtur okkara!
Heiti: Melodiskir lutir
Listaslag: Tónleikur, sirkus, dansur, leikur
Framførsla: Framførsla við verkstovu
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 8. - 12. mars 2021
Málbólkur: 0. - 3. flokkur
Mál: Svenskt/Enskt
Tal av næmingum: 60
Plásskrøv: Gólvpláss skal helst vera í minsta lagi 2 x 2 m. Hædd upp til loftið skal helst vera minst 2,5 m, men kann tillagast um neyðugt. Framførslan er ætlað at vera í vanligum dagslýsi og krevur ikki myrkalegging.
Krøv: Eg taki mína egnu útgerð við til framførsluna. Tað einasta, mær tørvar, er el. Eg havi mítt egna ljóð og ljós við mær. Tað tekur 45 minuttir at seta upp og 30 minuttir at taka niður