Har ið fjøllini hittast

Í hesi listaverkætlan gera næmingarnir eina ljóðspáking úti við denti á at tulka náttúruna, á skapandi søgufrásøgn og mentanararv ígjøgnum spæl. Siðvenja hevur verið at bera søgur tvørtur um fjøll úr einari bygd í aðra. Ljóðspákingin gevur teirra samtíðarsøgum ein pall, sum er sum ein tíðarlummi, sum leggur nýggjar gøtur í lendið og í hugan

Hjá næminginum er oyggin heimið. Hvør klettur, hvør partur av strondini, sum girðir tey, undirkavað ella ei, er spæliplássið. Vit vilja hava næmingarnar at rannsaka oynna og bygdargøturnar ígjøgnum skapandi tættir, handfaringar og við at finna út av meira um staðbundna siðvenju, sum verður loftað, meðan tey ganga.

Sum er minnast abbi og omma at næmingunum tíðina, tá ið einki asfalt var á vegnum millum bygdir, og fólk gingu upp um fjøll. Hesar bygdagøtur vísa hvørjar bygdir høvdu samband fyrr, sum nú tykjast vera langan koyritúr burtur frá hvør aðrari. 

Við at gera (staðbundnar) ljóðspákingar saman, fara tey at vegleiða hvørt annað, finna nýggjar og gamlar søgur, læra at skapa, siga frá, kanna og fáa samband í lag aftur við landslagið ígjøgnum sínar egnu søgur.

Næmingarnir taka upp ljóð í náttúruni, siga søgur, gera royndir við ljóðeffektum og saman skapa tey eina staðbundna ljóðspáking/poddvarp. Ljóðspákingin gevur teirra søgum ein pall, sum verður varðveittur sum ein tíðarlummi, sum setur saman søgur úr fortíð og teirra samtíðarvisión, sum leggur nýggjar gøtur í lendið og í hugan.  

Søgur hava verið bornar tvørtur um fjøll, úr einari bygd í aðra, og vit vilja hava næmingarnar at vera forvitnar og uppliva, at frásjónin broytist úr einum plássi í annað. 


Heiti: Har ið fjøllini hittast
Listagrein: Audio­visuell list og staðbundin mentanararvur
Longd: 4 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 12. apríl – 14. mai 2021
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Mál: Enskt
Tal av næmingum: Ein flokkur í hvørjum skúla. 6 -­ 30 næmingar í hvørjum flokki
Krøv: Vit hava alla upptøku­útgerð við okkum. Hvør næmingur hevur smátalarar við (ella lænir frá skúlanum)