Barnajazzur

Vit bjóða næmingum til jazzkonsert við kendum føroyskum barnasangum. Sangirnar kenna tey flestu væl aftur, men teir hava allir ein eitt sindur øðrvísi tónleikaligan ham. Hetta er eitt einfalt konsept, har børnini bæði eru áhoyrarar og viðspælarar.


Heiti: Barnajazzur
Listafólk: Rúni Eysturlíð, Edvard Nyholm Debess og Katrin á Borg
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 26. - 30. oktober 2020
Málbólkur: 0. - 3. flokkur
Mál: Føroyskt
Tal av næmingum: Minst 10 børn (annars einki loft fyri hvussu mong, bara rúmið loyvir tí, og tey síggja og hoyra.)
Høliskrøv: Konsertirnar kunnu verða framførdar í nærum øllum hølum og krevja lítið av tekniskari útgerð. Tað tekur uml. 30 min at rigga til fyri konsertina og einar 20 min at rudda av aftaná.
Krøv til tøkni og útgerð: Vit hava tað mesta av útgerðini við okkum, men til stór høli er gott, um eitt ljóðanlegg er tøkt.