Romeo og Julia
Kompani13 ber fram heimsins sterkastu kærleikssøgu “Romeo og Juliu” í heilt nýggjum búna. Sjónleikararnir nýta einfalda ávirkanarmegi og einfaldar frásøguhættir, sum eru á markinum millum figurleik og frásøguleik og gera næmingarnar til part av framførsluni uttan at samvirkanin gerst ágangandi. Næmingarnir sita mitt í dramanum, sum fer fram í hesum frásagnarliga sorgarleikinum. Miðlanin er innilig og einføld og stuttlig og spennandi at uppliva. Kann verða framført á norskum og enskum.
“Romeo og Julia” var umbiðið verk frá Festspillene í Bergen og varð framført 9 ferðir á Festspillene várið 2018. Leikurin varð spældur fyri ungdómsskúlum gjøgnum Den Kulturelle Skolesekken (DKS) fyri Bergen Kommune heystið 2018 og 2019 og fyri DKS Troms í 2020. Hann er eisini bílagdur til DKS Nordland heystið 2020. Framførslan fekk virðisløn fyri mest íblástrargevandi framførslu til Norway Fringe Festival í 2018 og fekk Nordic Fringe Network Award til Reykjavik Fringe Festival í 2019.
Kompani13 hevur fyri stuttum sýnt “Romeo og Juliu” til altjóða fagnaðin “Dive into the theater” á tjóðleikhúsinum í Kaunas, Litava, og til Reykjavik Fringe Festival. Í septembur 2020 er framførslan vald út millum 200 umsøkjarar at spæla til Lahti Fringe Festival.
Sjónbandabrot við enskari framførslu: https://vimeo.com/400884256
Sjónbandabrot við norskari framførslu: https://vimeo.com/user31703332
Við sínum kærleika og deyða fáa Romeo og Julia broyting í lag. Stríð teirra fyri at vera saman vinnur á valdi, gomlum vanum og miseydnaðari siðvenju. Í “Romeo og Juliu” bjóðar Kompani13 næmingunum uppí og fær teir at hugsa djúpt um hesi evni. Á pallinum, sum í hesum føri er flokshølið hjá næmingunum, standa Steinar Thorsen og Jorunn Lullau. Tey nýta einfalda ávirkanarmegi og fáar leikgripir, tá ið tey fáa lív í søguna um Capulet- og Montague-ættina.
Søgan um Romeo og Juliu er søgd túsund ferðir um allan heim á øllum heimsins tungumálum. Kortini klárar Kompani13 at skapa nakað nýtt í síni miðlan. Næmingarnir verða persónliga drignir upp í søguna og kunnu knýta upplivingina at teirra lívi í modernaða samfelagnum. Miðlanin kenst spennandi, stuttlig, rørandi, og ein fær eina aðra áskoðan á ungdómstíðina og kærleika. Tá ið Kompani13 miðlar henda klassikaran, er tað við eini uppliving og læring, sum bregður frá vanligu sýningunum av hesum klassiska leiki.
Framleitt í samstarvi við Festspillene i Bergen. Pallseting og búnar: Lars Åkerlund Á palli: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen
Listafólk: Kompani13
Heiti: Romeo og Julia
Listagrein: Leikur
Slag: Framførsla
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 22. - 26. februar 2021
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Mál: Norskt/Enskt
Tal av næmingum: 35
Høli: Henda útgáva av „Romeo og Juliu“ kann verða spæld, hvar tað skal vera. Tað einasta, ið krevst, eru nøkur røð av stólum, men næmingarnir kunnu eisini sita á borðunum. Eitt vanligt flokshøli er nóg gott.
Krøv: Eingi krøv til tøkni ella útgerð. Einasta, ið brúkt verður, er ein flipover, ið vit annaðhvørt hava við ella læna á staðnum.