Captain Credible & his Robot Orchestra

Listamaðurin Captain Credible er kendur fyri at spæla rokmiklan orkufullan electronica við íblástri frá jazzi og punki við einum hópi av kreativum heimagjørdum ljóðførum. Tólmenni, tónleikamenni, sum spæla klokkuspæl og sláa trummur, blinkandi ljóðpyramidur, ljóðborð úr bikarljósi og rørsluviðkvæmir tónleikahjálmar eru millum óvanligu amboðini, sum Captain Credible hevur við sær á konsert. Harumframt sleppa luttakararnir at byggja síni egnu tráðleysu tónleikamenni, sum teir kunnu stýra við sama stevi sum tónleikurin og konsertin.

Captain Credible hevur góðar royndir sum tónleikari við m.ø. 400 skúlakonsertum í Noregi og einum ótali av verkstovum fyri fólk í øllum aldri. Hann hevur eisini seinastu árini bygt ljóðinstallatiónir fyri vitanardeplarnar í Oslo, Ås og Tromsø umframt ment námsfrøðilig upplegg um, hvussu hesar kunnu verða brúktar í frálæru um elektronikk, forritan og tónleik. Tað eru millum annað flytbarar útgávur av hesum installatiónum við forritanarrammuverki og byggisetti til luttakararnar, sum verða nýttar í hesi verkætlanini.

Verkstovan snýr seg um, at luttakararnir fara í bólkar, í minsta lagi tvey, nýta lasaraskornar lutir, ein micro:bit (ringrásarkort/forritanarpallur, sum verður brúktur kring allan heim) og nakrar elektromagnetir til at seta saman eitt tólmenni, sum skal kunna sláa á ein lut, gera ljóð ella spæla ein tóna, tá ið tað fær eina ávísa radiofráboðan. Micro:bitarnir er forritaðir frammanundan, soleiðis at høvuðsdenturin í fyrsta umfarið verður lagdur á at byggja tólmennið. Eg fari at hjálpa fólki hvør sær og viðhvørt brúka eina yvirskipaða stýringareind fyri at spæla tónleik á hálvlidnu tólmennunum, meðan tey verða bygd. Hetta er altíð stuttligt. Tá ið tólmennini eru liðug, fáa bólkarnir eina fjarstýring útflýggjaða (ein annan micro:bit) at stýra tólmenninum við. Vit spæla eina útgávu av “guitar hero” við tólmennum og fjarstýringum. Eftir at hava funnið útav, hvussu trupult tað kann vera, læra vit, hvat “step-sequencing” er við einføldum virkni á talvuni. Síðan nýta vit fjarstýringarnar sum “step-sequenc’ara” og spæla tónleik saman (allir step-sequence’ararnir synkronisera seg av sær sjálvum til hvønn annan). Ber tað til eftir umstøðunum, kunnu vit sigla runt við tólmennunum á einum flaka og spæla tónleik saman, áðrenn vit fara á pallin og spæla konsert við tólmennunum hjá luttakarunum umframt mínum ljóðførum og tólmennum, sum eru bygd frammanundan. Meðan konsertin er, kunnu teir áhoyrararnir, sum hava bygt tólmenni, luttaka við at fjarstýra tólmennum sínum, sum tá fara at spæla og halda sama stev sum tónleikurin. Captain Credible verður kortini hann, ið hevur yvirskipaða stýringina og møguleika at óvirkja og taka fram einstakar fjarstýringar, lata tær spæla solo, meðan konsertin er.

Tá ið løtan loyvir tí, greiðir Captain Credible frá um einfaldan elektronikk, forritan og styrkina í tí at kunna gera síni egnu ljóðføri og onnur amboð fyri at úttrykkja seg listarliga ella loysa ein trupulleika á nýggjan hátt.

Uppleggið er roynt á ymsan hátt við næmingum og øðrum luttakarum í ymsum aldri og við ymsum royndum – alt við øgiliga góðum úrsliti. Luttakararnir læra einfalda konstruktión, grundleggjandi elektronikk og sleppa at spæla við akustikk í byggiumfarinum. Síðan lærir ein “step-sequencing”, sum er eitt slag av tónleikaligari forritan, sum samsvarar væl við alla aðra forritan. At enda læra vit um samanspæl og kreativitet, tá ið vit gera tónleik saman.


Heiti: Captain Credible & his Robot Orchestra
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framsýning við verkstovu
Longd: Konsert 45 min. Verkstovan uml. 1 tíma
Tíðarskeið: 25. - ­29. januar 2021
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Mál: Norskt/Enskt
Tal av næmingum: 5 - ­32 til verkstovu. Í mesta lagi 500 til hvørja konsert
Høli: 2­3 stór borð, pláss til p.A. Anlegg til konsertina. Til verkstovuna hava næmingarnir tørv á borðplássi og møguliga einum borðI, har límpistólar kunnu verða brúktir. Hølini eiga at hóska til tað næmingatal, sum verður á konsertini.
Krøv: PA anlegg – helst við subwoofara og pallskíggja 3 stór borð. Gott, men ikki neyðugt við uppvørpu og lørift