Nýmótans endurnýtsluklæðir

Í dagsins samfelag, har klæðini eru næst­størsta kelda til dálking, fari eg at læra børnini, hvussu vit annaðhvørt kunnu halda fram at brúka tey klæðir, vit eiga, ella keypa endurnýtsluklæðir. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at børn læra hetta tíðliga. Børnini, gentur og dreingir í øllum aldri, læra at seyma klæðir um og finna útav, hvussu lætt og stuttligt tað kann vera.


Heiti: Nýmótans endurnýtsluklæðir
Listafólk: Frida Poulsen
Listagrein: Sniðgeving
Slag: Verkstova
Longd: 2 heilar dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 19. - 30. oktober 2020
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur  
Mál: Føroyskt
Tal av næmingum: 5 - 24
Høliskrøv: Vanligar skúlastovur. Okkum nýtist bert at brúka saks og hugflog.
Krøv:  Børnini kunnu sjálv taka ymiskt við, sum er blivið ov lítið, ella okkurt, tey fegin vilja gera um o.s.fr.