ÍSBJØRNIN BJØRNÍSUR OG TEIR REYÐU PRIKKARNIR

Á toppinum á jørðini í ísbjarnaparadísi býr tann lítla ísbjørnin, Bjørnísur, saman við kópum, ísmásum, norðlýsi og kavaflykrum.
Men ein dag fær Bjørnísur ilt í búkin. Og á náttarhimmalinum dansa reyðir prikkar, sum hann aldrin hevur sæð fyrr.
Hvaðani koma hesir reyðu prikkar? Og klárar Bjørnísur at fáa teir burtur? Kom við ein túr til tað fína gátuføra norðlandið, har tað er so kalt, at sjálvt orðini ríma (sum í rímfrost).

Við søguni um Bjørnís bjóða vit áskoðaranum inn í arktiska heimin og lata upp fyri grundan um dýralív, veðurlag og umhvørvi og okkara ávirkan á tey. Í søguni eru tað teir reyðu prikkarnir, sum eru trupulleikin, og áskoðararnir kunnu sjálvir hugsa um, hvat teir eru. At teir koma frá menniskjunum og eru ikki góðir fyri kava og dýr, fáa vit at vita. Í søguni um Bjørnís kemur fløskuposturin, sum Bjørnísur sendir, til eitt barn. Barnið sigur við verksmiðjustjóran, at verksmiðjan má gevast at senda reyða prikkar út, og vit hitta ein verksmiðjustjóra, sum ikki visti, at teir reyðu prikkarnir frá verksmiðjuni vóru vandamiklir fyri ísbjarnir. Her verður víst á, at tað eru ikki bara tey góðu og tey óndu í umhvørvisverju, men eisini tey, sum mega fáa upplýsing um ymiskt, sum tey ikki vita, og sum velja at broyta tað, tey gera, til frama fyri umhvørvið.

Framførslan byggir á barnabókina “Bjørnis og de røde prikkene“ eftir Sofie Cappelen.

Fnugg Teater er eitt sjónleikafelag í Bergen, tey eru: Lina Taule Fjørtoft, Thomas B. Brandt, Haflidi Arnar Haflidason og Julie B. Westreng. 
(Sjónleikarar á Listaleypavitjan: Lina Taule Fjørtoft og Thomas B. Brandt.)

Framførslan hevur ferðast bæði innanlands og uttanlands og er serstakliga brúkt, har ið tey vilja seta veður og umhvørvi í miðdepil. 

Framførslan er gjørd at hyggja at og hevur einfalt mál, sum ger, at eisini børn, sum ikki duga norskt, skilja tað.


Navn á verkætlanini: ísbjørnin bjøRnísur og teir reyðu prikkarnir
Listafólk: Fnugg Teater - Lina Taule Fjørtoft og Thomas B. Brandt
Listagrein: Figursjónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 30. oktober-3. november
Málbólkur:  0.-3. flokkur
Næmingatal:  60 
Høliskrøv:  Myrkalegging (um tað ber til). Palløkið 5 metrar djúpt, 6 metrar breitt.
Krøv til tøkni og útgerð: 2 streymúttøk (jørð) tætt við pallin