MonkeyRat Duo – Konsert og “Open mic”

MonkeyRat Duo spælir eina konsert fyri næmingunum og síðani verður “Open mic”. MonkeyRat Duo fara at framføra teirra heilt serligu løg í funk-/jazzstílinum. Í bólkinum eru: Anna Lachino á sang og Arnold Ludvig á bass.

“Open mic” er ein opin pallur fyri øll, ið vilja sleppa at bera fram sína list fyri øðrum. Eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar. Næmingarnir fáa høvi at royna seg við síni list í einum umhvørvi, har øll eggja og stuðla hvør øðrum.


Heiti: MonkeyRat Duo – Konsert og “Open mic”
Listafólk: MonkeyRat
Listagrein: Tónleikur og øll útinnandi list annars
Slag: Konsert og “Open mic”
Longd: 2 tímar
Tíðarskeið (BROYTT DATO): 16. - 20. november 2020
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Mál: Føroyskt/Enskt
Tal av næmingum: 10-100
Høliskrøv: Ein aula ella høll er best egnað til Open mic. Ein pallur er ynskiligur, men ikki eitt krav. Tað ber eisini til í skúlastovu ella tónleikastovu í smærri skúlum.
Krøv til tøkni og útgerð: Ynskiligt er at brúka ta útgerð, sum skúlarnir hava til taks. Til størri høli, sum ein aula ella høll, krevst eitt P.A.-anlegg. MonkeyRat kunnu taka ein bass-forsterkara og 2 mikrofonir við.