Kjarnin í filmsfrásøgnini

Endamálið við verkstovuni er, at geva næmingum íblástur at gera film, hóast tey ikki hava professionella tøkni. Leo og Katrin fara sjálv at vera fyridømi og gera ein film við telefon, sum verður vístur næmingunum saman við einum dokumentari.

Dokumentarurin vísir næmingunum, hvørji amboð verða nýtt at leggja grundina undir ein góðan film, har tað er eingin sjálvfylgja, at filmurin verður góður, hóast tøknin er tann besta. Ofta er tað øvut, at hevur tú eina góða søgu og røttu amboðini, so er kamera bara prýði oman á eina køku, sum longu er góð.

Við hesum sum førningi fara Katrin og Leo út í Tindhólm og taka einki annað við sær enn telefon.

Katrin og Leo hava bæði arbeitt við kreativu tilgongdini sum leikstjórar í professionellu vinnuni og kenna tí alla tilgongdina frá tí at hugskot mennist til karaktervenjingar við leikarunum til stílútrykkið til “moodboards” verða gjørd, upptøkulistar og nógv annað. Tey hava gjørt eina einfalda útgávu - eitt “cheat sheet” - av tilgongdini.

Hetta skrivið taka tey við sær út í Tindhólm og í floksstovurnar. Næmingarnir síggja, hvussu hetta skrivið verður nýtt í dokumentarfilminum, og síðan fáa tey sjálv eitt prent og Katrin og Leo fara at leiða tey ígjøgnum tilgongdina.

At finna inn til kjarnan og velja kamera frá er gjørt fyri at møta næmingunum í eygnahædd og geva teimum amboðini til spontant at siga søgurnar, ið birtast inni í teimum gjøgnum filmsmiðilin.

Um onkur eldhugaður næmingur er í flokkunum, sum í framtíðini verður partur av føroyska filmsumhvørvinum, er skeiðið eisini viðkomandi, tí hóast til ber at fáa hendur á professionellari útgerð, so er filmur við telefon eisini ein góður máti at spæla við miðilin og gera sær sínar royndir, áðrenn farið verður undir stóra filmin, tí øllum kunnugt er ein stór filmframleiðsla dýr.

Tí vóna vit, at vit kunnu geva næmingunum eitt rúm, har tey sleppa at spæla, læra og spenna seg út, og geva teimum amboðini, so tey frameftir kunnu savna vinfólk og framleiða film við telefon og hava innlit í tilgongdina.


Listafólk: Katrin Joensen-Næs og Leo Lávík
Heiti
: Kjarnin í filmsfrásøgnini
Listagrein: Filmslist
Longd: Longri verkætlan (3 heilir dagar á hvørjum skúla)
Tíðarskeið: 2. - 17. november 2020
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Mál: Føroyskt
Tal av næmingum: 8 - 20
Høliskrøv: Floksstova ella høli, ið kann bjálvast, t.e. tað skal bera til at lata hurðar og vindeygu aftur fyri at minka um ljóð uttaneftir. Gardinur skulu kunna dragast fyri vindeygu, so hølið verður so myrkt sum til ber.
Krøv til tøkni og útgerð: Ein uppvørpa sum kann avmonterast og hátalarar. Næmingurin skal hava fartelefon og teldu/ipad.