Hvussu sær mín verð út?
EIN INTENSIV DANSIFILMSVERKSTOVA, HAR DAGLIGT UMHVØRVI VERÐUR BROYTT TIL EIN GANDAKENDAN HEIM
HVUSSU SÆR MÍN VERÐ ÚT? er ein intensiv dansifilmsverkstova, har næmingarnir sleppa at brúka sín kropp, kreativitet og snildfon um eina leið. Gerandisumhvørvið verður broytt til ein gandakendan heim, við at vit pallseta kend rúm við kropsrørslu og nýta sjónarhornið frá myndatólinum til at seta karmar um koreografiina.
Á verkstovuni skulu næmingarnir finna støð í og rundan um skúlan, sum tey skulu kanna við einføldum rørslum. Næmingarnir skulu nýta sína egnu snildfon til hetta.
Heiti: Hvussu sær mín verð út?
Listafólk: Maia Elisabeth Sørensen
Málbólkur: 4. - 7. flokkur, 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 10 - 20
Høli: Eitt flokshøli til inro og eftirmeting umframt improvenjingar. Restin av verkstovuni gongur fyri seg í nærumhvørvinum
Krøv: Næmingarnir skulu brúka í minsta lagi eitt kamera/snildfon pr. bólk umframt teldu/iPad við klippiforriti. Videouppvørpu, VGA kápul og hátalarar
Longd: 1 dag á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 4. - 8. november 2019