Vølvunnar dómur
VØLVUNNAR DÓMUR - ein norrøn operasøgn fyri børn. Við íblástri úr norrønu yrkingini Vøluspá. Eitt danskt-norskt-íslendskt samstarv um norðurlendskan samleika og burðardygd. Um óttan fyri Ragnaroki mótvegis vón fyri framtíðini!
Hetta verður bæði ein rá og vøkur frásøgn um hóttandi Ragnarok, fortald gjøgnum eitt flóttabarn. Menniskjuni kalla á Vølvuna eftir hjálp, men hon spáar, at tey býttu menniskjuni fara aftur og aftur at elva til Ragnarok. Men hon noyðist kanska at endurskoða …
Ynskið er, at operasøgnin skal forteljast gjøgnum tónleikin, í eini musiskari og sjangrukrossandi samanrenning millum norska hardingfele-spælaran Anne Hytta, tveir klassiskar tónleikarar, ein klassiskan sangara og ein sjónleikara.
Heiti: Vølvunnar dómur
Listafólk: Lene Vestergaard (DK), Hugi Gudmundsson (IS), Anne Hytta (N), Alaya Riefensthal (DK), Ingeborg Fangel Mo (DK), Durita Dahl Andreasen (FO), Anne Hytta (N), Hanna Englund (S), Matias Seibæk (DK), Solveig Weinkauff (DK)
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: 30 - 120
Høli: 6 m (B) x 9 m (D) x 3 m (H)
Krøv: Sterkur streymur
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 23. - 30. apríl 2019