Tangoævintýrið
Eitt tangoævintýr um tær báðar freku og forvitnu ketturnar Carlos og Milonga.
Við støði í tí litríka og hugtakandi argentinska tangotónleikinum siga vit søguna um teir báðar kettlingarnar, ið villast umborð á eitt stórt, fremmant skip. Teir enda hinumegin jørðina í Buenos Aires. Her verður dansað tango, ovurhonds gleði og djúpur longsul seta dám á hesa villu ferðina hjá kettunum. Børnini verða tikin við í framførsluna og sleppa at gera rútmu og ljóð og at syngja.
TangoCatz eru fýra royndir klassiskir tónleikarar, ið eru sera hugtiknir av tangotónleikinum og tað “cross over”, ið er til rútmiska tónleikin.
Heiti: Tangoævintýrið
Listafólk: TangoCatz Quartet: Anna Klett, klarinett, Anne Vilain, cello, Marie Wärme, accordeon, Selma Hande gade, klaver
Málbólkur: 0. - 3. Flokkur
Tal á næmingum: 120 – 150
Høli: Gott er um hølið hevur góðan akustikk
Krøv: Klaver/flygil, ið stemmar 442 hz og sangútgerð at siga søguna í
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 4. - 8. mars 2019