Slow Adventure
SLOW ADVENTURE er ein rannsóknarferð og leitan eftir at vita, hvat tað er at ganga á einum fjalli. Vit fara ein felags gongutúr, og saman framføra og dokumentera vit staðbundnar framførslur. Vit hava ein dialog, ið varpar ljós á landslagið og gevur innlit í, hvussu alt hongur saman. Vit skapa eina ferð, listaverk og eina framsýning um mobilitet, frælsi, staðbundar søgur, stað, tíð, strekki, ráevni og menniskjaliga stødd í mun til landslagið.
Framsýningin verður í skúlanum í minsta lagi ein dag ella eitt kvøld.
Heiti: Slow Adventure
Listafólk: Floortje Zonneveld, Eva Bullens, Martijn Bastiaans
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 10 – 24
Høli: Dagur 1 - skúlastova | Dagur 2 – ganga túr | Dagur 3 – skúlastova/evningsstova | Dagur 4 – framsýning í skúlanum
Krøv: Ein uppvørpa
Longd: Økislistafólk 4 vitjanir á 2 - 3 skúlatímar
Tíðarskeið: Apríl - mai 2019