Fritjof Fomlesen
Verkstovan:
TO PLAY OR NOT TO PLAY
Ein áhugaverd kropslig verkstova við sjónleikavenjingum, klovnakynstri og spæli. Allur kroppurin verður brúktur, og vit fokusera upp á samskipan og samstarv og at hava tað stuttligt saman. Verstovan er fyri 35 næmingum úr 4.-7. flokki.
Framførslan:
FRITJOF FOMLESEN (Mr Fumblebody) er ein væl umtóktur karakterur í Noregi, kendur frá leikferðum, sjónvarssendingum og filmi. Framførslan hjá Fomlesen hevur fyrst og fremst fingið íblástur frá stummfilmunum: fá orð, men nógv rørsla, nógv improvisatión saman við áskoðarunum – og nógvur látur. Framførslan er fyri 120 næmingum úr 0.-7. fl.
Heiti: Fritjof Fomlesen (aka Mr Fumblebody)
Listafólk: Geddy Aniksdal og Lars Vik
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: Verkstova: 35 næmingar 4. - 7. flokk | framførsla: 120 næmingar 0. - 3. flokk, 4. - 7. flokk
Høli: Fimleikahøll
Krøv: Eitt brúkt skrivaraborð og ein kontórstólur
Longd: Verkstova 45/75 min., framførsla 45 min.
Tíðarskeið: 25. mars - 3. apríl 2019