Um Listaleypin

Um Listaleypin

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Frá 1. januar 2015 er umsitingin flutt til Listafólkasamband Føroya, Lützenstrøð 4, 100 Tórshavn.

Eitt fjølbroytt listarligt tilboð verður fyriskipað hvørt ár.

Listafólk kunnu bjóða sína list, tað verið seg framførslu, framsýning, konsert ella annað, umframt at lítil verkstova kann knýtast uppí vitjanina, soleiðis at næmingar og lærarar fáa innlit í listarligu tilgongdina.

Økislistafólk.                                                                 Somuleiðis er eisini møguligt at fáa vitjan av einum listafólki yvir longri tíð, har næmingar og lærarar fáa møguleika at fara djúbri inn í listarligu tilgongdina. Tvey listafólk um árið vitja nakrar skúlar yvir longri tíð, t.d. eina ferð um vikuna í ein heilan mánaða. Alt í samráð við skúlan.

Dentur verður lagdur á at náa ymsum aldursbólkum og at spjaða sýningarnar um alt landið. Tær listafólkavitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlunum í kommunum, sum hava valt at luttaka í verkætlanini.

Lærarar og næmingar kunnu í felag bíleggja listaverk, og verkætlanarleiðarin skipar fyri framførslu/framsýningarskrá í samráð við skúlarnar og listafólkini.

Fyrimynd er eitt norskt átak, ið ber heitið “Den kulturelle skolesekken”. Henda verkætlan hevur fleiri ár á baki og røkkur nú um alt landið við fleiri hundrað framsýningum um árið.

Fyrsti skúladagur hvørt ár verður faldari sendur skúlunum. Faldarin fyri 2016-17 liggur sum pdf á heimasíðuni . Árliga tekningarfreistin fyri skúlar er 15. september. Eftir hetta verður skráin løgd fyri árið. Øll rættstundis innkomin tekningarskjøl verða líkastillað, tá skrain verður løgd.

Listafólk kunnu søkja um luttøku, lýst verður við freistini. Umsóknarskjal verður tøkt á heimasíðuni. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur millum innkomnar umsóknir.

Bæði føroysk og altjóða listafólk kunnu søkja.

Samband og kunning:listaleypurin@listaleypurin.fo.       Verkætlanarleiðari er Gunnvá Zachariasen, tlf. 210125