The Poetics of The Senses (økislistafólk)

event img
The Poetics of The Senses (økislistafólk)
  • 4 vikur í februar 2018
  • 4 vitjanir á 2-3 skúlatímar
event img
  • Heiti:

    The Poetics of The Senses (økislistafólk)

  • Listafólk:

    Gabriel Hernandez

  • Málbólkur:

    8. - 10. flokk

  • Longd

    4 vitjanir á 2-3 skúlatímar

  • Krøv

    Tómt rúm, gjarna ein salur, fimleikahøll, gongir, trappur, kjallari. Rúm, sum kunnu gerast myrk, gjarna eisini ljóðtætt, men møguligt er at tillaga til tey høli, sum eru tøk. Hølini skulu eisini verða tøk til eina endaliga framførslu/framsýning.

  • Tíðarskeið

    4 vikur í februar 2018

ØKISLISTAFÓLK - 4 vitjanir á 4 skúlar í ein mánaða

The Poetics of the Senses

 Interactive Sensoric Theater

Ein uppliving er nakað, ið vit liva, og ein uppliving er nakað, ið vit hava.

Vit fara at leita eftir sansandi upplivingum fyri øllum, sum eru við: Næmingum, lærarum, eygleiðarum og vitjandi.

Eina uppliving, har vit endurskoða skúlarúmið og minnini hjá næmingunum, sum vit  enduruppliva við nýggjum eygum og við at nýta alt sansaapparatið.

Høvuðsendamálið verður at vekja allar sansir – at føla, at lukta, at síggja, at hoyra, at smakka – og at fáa ein uppliving, sum ríkar og hugkveikir kenslur og tankar. 

Vit enda við at gera eina sansavilliniborg onkustaðini á skúlaøkinum, sum allur skúlin sleppur at uppliva.

 

Fyrireiking verður í neyvum samstarvi við læraran upp undan vitjaninar. 

Teknisk krøv: Mp3 spælari, video uppvørpa. Talva, pappír, blýantar, bind fyri eyguni, 12 kustaskaft, reip, papp-pappír, spray fløskur. 

 

Gabriel Hernandez, Belgia