Sjónbandaverksmiðja

event img
Sjónbandaverksmiðja
  • 16. - 30. november 2017
  • Verkstova 4 skúla tímar.
event img
  • Heiti:

    Sjónbandaverksmiðja

  • Listafólk:

    Maria Winther Olsen, FO

  • Málbólkur:

    4. - 7. flokk. Millum 5 - 25 næmingar.

  • Longd

    Verkstova 4 skúla tímar.

  • Krøv

    Tað er neyðugt, at næmingarnar í smáum bólkum hava atgongd til hvør sína snildfon ella teldil, har Imovie forrit er tøkt.

  • Tíðarskeið

    16. - 30. november 2017

Sjónbandaverksmiðja

Verksmiðja við Mariu Winther Olsen

 

“Hvønn dag gera nógv børn og ung smá sjónbandabrot á snildfonini. Verksmiðjan gevur tykkum høvið at læra at gera sjónbandabrot á hægri støðið og fáa eina vitan, ið tit koma at hava stóra gleðið av framyvir. Hetta er óansæð um næmingurin er ítróttarfólk, teldunørdur ella okkurt heilt triðja. Filmur fevnur øllum!
 

Vit fara at læra um:

> Forritið Imovie

> Filmsmál

> Hvussu nýta vit telefonina til at filma og klippa

> Bólkaarbeiði - ger filmsbrot til eitt sjónbandalag


Komið tí við og síggið tykkara filmsbrot verða savnaði til eitt spildurnýtt føroyskt sjónbandalag”

 

Dømi um sjónbandalag (eftir Mariu W. Olsen)