Samstarvsavtala

Samstarvsavtala


Samstarvsavtala millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunufelagið og Mentamálaráðið um verkætlanina Listaleypurin.

§1. Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið, og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum og forskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.
Stk. 2. Skipað verður fyri verkætlan við heitinum Listaleypurin. Ítøkilig verkætlanarlýsing fyri Listaleypin er sum fylgiskjal løgd við hesi samstarvsavtalu
Stk. 3. Verkætlanin verður skipað við stýrisbólki. Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunufelagið og Mentamálaráðið velja tvey umboð hvør í stýrisbólkin. Listasamband Føroya velur eitt umboð í stýrisbólkin Tað stendur hvørjum parti frítt at áseta tíðarskeiðið, sum teirra umboð er sett fyri.
Stk. 4. Stýrisbólkurin velur formann og næstformann. Verkætlanarleiðarin er skrivari hjá stýrisbólkinum
Stk. 5. Hvør samstarvspartur hevur eina atkvøðu í stýrisbólkinum
Stk. 6. Stýrisbólkurin hevur fund í minsta lagi eina ferð árliga, og er fundurin um heystið. Ynskir umboð í stýrisbólkinum eyka nevndarfund, verður skipað fyri eyka fundi.
Stk.7. Verkætlanarleiðarin skal millum árligu fundirnarkunna stýrisbólkin um viðurskifti, sum hava týdning fyri virksemið.

§ 2. Stýrisbólkurin hevur til uppgáva, at
1) áseta mannagongdir fyri listaligu úrvalsnevndina
2) áseta almennar treytir til verkætlanina við atliti at menning, kunning v.m.
3) eftirmeta verkætlanina saman við verkætlanarleiðaranum
4) at skapa grundarlag fyri einum víðkaðum Listaleypi, ið kundi rokkið einum størri móttakaraskara
5) taka støðu til, hvussu økt vitanargrundarlag um list og mentan í skúlahøpi kann vera við til at menna Listaleypin.

§ 3. Verkætlanin hevur ein fíggjarkarm, sum er í minsta lagi kr. 900.000 um árið. Treytað av játtan á fíggjarlógini rindar Mentamálaráðið kr. 300.000, Norðurlandahúsið í Føroyum kr. 300.000 og kommunurnar kr. 300.000. Fyrivarni verður tikið fyri, at kommunurnar sjálvar taka støðu til luttøku.
Stk. 2. Gjaldið frá kommununum verður býtt soleiðis: 300.000/ íbúgvaratalinum í Føroyum* íbúgvaratalinum í einstøku kommununi 1. januar árið fyri. Gjaldið kann í mesta lagi vera kr. 7 pr. íbúgva.
Stk. 3. Í minsta lagi tveir triðingar av fíggingini verða brúktir til listafólkavitjanir.
Stk. 4. Kommunur, ið ikki taka lut í verkætlanini sbrt. stk. 1, fáa ikki í boði tilboð sbrt. hesi avtalu.

§ 3.Listasamband Føroya (hereftir LISA) setir eftir tilmæli frá stýrinum ein verkætlanarleiðara, sum hevur um hendi dagligu umsitingina og ábyrgdina av verkætlanini.
Stk. 2. Bókhald, roknskapur v.m. verða bókað fyri seg í bókhaldinum hjá LISA, og grannskoðari teirra skal í sambandi við grannskoðan av roknskapinum hjá LISA samstundis vátta, at játtaði stuðulin til Listaleypin er nýttur til ætlaða endamálið.
Stk. 3. Eitt møguligt avlop fellur aftur til Listaleypin til at menna verkætlanina ella til tiltøk næsta árið. LISA tekur ikki ábyrgd av skuld.
Stk.4. Stýrisbólkurin eftirmetir verkætlanina í samráð við verkætlanarleiðaran á regluliga heystfundinum.
Stk. 5. Avtalan um Listaleypin verður á hvørjum ári eftirmett á heystfundinum hjá stýrisbólkinum. Samtarvspartarnir kunnu í semju gera neyðugar dagføringar í avtaluni og taka støðu til, um avtalan skal halda fram eftir verandi leisti.
Stk. 4. Treytin fyri, at Norðurlandahúsið luttekur í verkætlanini, er, at norðurlendsk listafólk hava sama rætt at luttaka sum føroysk listafólk.

§ 4. Avtalan er galdandi, til hon verður uppsøgd. Partarnir kunnu siga avtaluna upp við 6 mánaða freist til í seinasta lagi 1. juni á hvørjum ári.


Tórshavn, 2014

Heðin Mortensen, formaður                                                         Bárður Dam í Baiansstovu, Kommunufelagið LISA


Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum                                Sif Gunnarsdóttir, stjóri Norðurlandahúsið í Føroyum
 

/Files/Fylgiskriv Listaleypurin.docx