Rúmdarferðin hjá Chappari

event img
Rúmdarferðin hjá Chappari
  • 23. - 27. oktober 2017
  • 40 minuttir
event img
  • Heiti:

    Rúmdarferðin hjá Chappari

  • Listafólk:

    Teatur Vestvolden, DK

  • Málbólkur:

    Forskúli og 1. - 3. flokk

  • Longd

    40 minuttir

  • Krøv

    Ongi krøv, tey koyra ein buss (12 m langur) inn á skúlaøkið

  • Tíðarskeið

    23. - 27. oktober 2017

Framførsla 

KOM VIÐ EINA HUGSVEIMANDI FERÐ ÚT Í RÚMDINA! DRONGURIN CHAPPAR FER EINA RÚMDARFERÐ MILLUM FJARAR GONGUSTJØRNUR OG STJØRNUBREYTIR AT FINNA SÍN ELSKAÐA ABBA, SUM BÝR Á EINI STJØRNU. Á FERÐINI HITTIR HANN BÆÐI FLÚGVANDI TALLERKAR, VANDAMIKLAR SJÓRÆNARAR OG RÚMDARVERUNA TIPP. EIN STUTTLIGUR, MEN EISINI RØRANDI SJÓNLEIKUR UM AT LEITA EFTIR ONKRUM, SUM ER MIST, KRYDDAÐ VIÐ TEKNIFILMUM, RAPPI, SANGI OG TÓNLEIKI.

Í framførsluni spælir Chapper saman við rúmdarveruni Tipp, sum hyggur upp úr einari lítlari eskju á borðinum og er gjøgnugangandi framsøgufólk, sum tosar føroyskt - sama mál sum børnini - og sum soleiðis hjálpir at seta orð á, dýpa og leiðir søgugongdina fram eftir røttum sjónarhorni.

Leikurin Rúmdarferðin hjá Chappari verður framførdur í einum LEIKHÚSBUSSI! Leikhúsbussurin er eitt flytandi leikhús á fýra hjólum við leikhússali, ljóði, ljósi, tøkni, palli og áskoðaraplássum og er hetta einasti leikhúsbussur í øllum kongaríkinum! 

Meira um framførsluna