Norrønar frumsagnir

event img
Norrønar frumsagnir
  • 4. - 10. januar 2018
  • Framførsla 45 min. Síðani út í verkstovur, sum enda við næmingaframførslu, altso ein heilan skúladag. Fyrireikandi uppgávur verða sendar lærarunum frammanundan.
event img
  • Heiti:

    Norrønar frumsagnir

  • Listafólk:

    Arty-Physical, UK

  • Málbólkur:

    Forskúli og 1. - 7. flokk. Fýra verkstovur við dansi og myndlist, 15 - 30 næmingar til hvørja verkstovu

  • Longd

    Framførsla 45 min. Síðani út í verkstovur, sum enda við næmingaframførslu, altso ein heilan skúladag. Fyrireikandi uppgávur verða sendar lærarunum frammanundan.

  • Krøv

    Høli: 4m x 4m til frmaførsluna við plássi til ml. 50-200 áskoðarum sitandi á 1-3 síðum. Verkstovurnar eru í flokshølunum og møguliga eisini fimleikahøll ella aulu. Teknisk krøv: Ljósvørpa ella videokanón, skýggi, hátalari

  • Tíðarskeið

    4. - 10. januar 2018

NORRØNARA SAGNIR við bretsku listafólkunum úr bólkinum Arty-Physical bjóðar ein heilan skúladag fyri næmingum úr forskúla og til og við 7. Flokk.

Verkstovur við 4 bólkum enda við eini felagsframførslu við og fyri næmingunum.

Skúlarnir fáa uppgávur frammanundan, har hvør flokkur fyrireikar okkurt til sjálvan verkadagin. Tá listafólkini vitja, verða næmingarnir býttir í 4 verkstovur, har arbeitt verður við myndlist og dansi.

Arbeitt verður fram ímóti at skapa eina heildarframførslu við skreytmyndum úr norrønu frumsøgnunum, sum eru flættaðar saman við dansi, filmi og fotomyndum, umframt  hoyrispæli, alt við støði úr tilfari, sum næmingarnir hava gjørt.

Endaliga framførslan er við til at skapa eina savnandi felagskenslu,  har næmingarnir fáa innlit í tilgongdini í at  skapa list, alt frá tí sprettandi hugskotinum, til at evna til og fram til at velja burtur úr og savna saman til eina framsýning/framførslu.

Listafólkini eru tveir dansarar og ein myndlistakvinna, sum arbeiða í bólkunum og savna tilfarið til felagsframførsluna.

Ein listavitjan sum er vælegnað sum evnisdag á skúlanum, har 4 flokkar á ymsum floksstigi sleppa at hugsavna seg um norrønu frumsagnirnar.  Vert er at umhugsað at fáa frítíðarskúlarnar við í verkætlanina, soleiðis at teir smærru flokkarnir kunnu verða við alla dagin. 

 

Meira um verkætlanina