Kríggj - í barnahædd

event img
Kríggj - í barnahædd
  • 27. november - 1. desember 2017
  • 60 minuttir
event img
  • Heiti:

    Kríggj - í barnahædd

  • Listafólk:

    Teatur Teatergrad, DK

  • Málbólkur:

    4. - 7. flokk.

  • Longd

    60 minuttir

  • Krøv

    Flokshøli

  • Tíðarskeið

    27. november - 1. desember 2017

Interaktiv framførsla

KRÍGGJ - í barnahæddSummi børn hava kríggj tætt upp at sær, meðan kríggj fyri onnur er tað sama sum telduspøl og rakettir á nýggjárinum. Kortini upptekur kríggj og ágangur nógv pláss í tilvitskuni hjá flestu skúlabørnum í dag. Eirindaleys videobrot, ógvislig orð og myndir síggjast mangan í fjølmiðlunum – ofta beint í barnahædd.

Tær ráu og harðrendu handlingarnar og myndirnar ávirka børnini, men tað kann verða ringt at tosa um tað. Tí hava vit gjørt leikin ”Kríggj - í barnahædd”. 

Í leikinum leiða sjónleikarnir børnini ígjøgnum eina søgu um kríggj í einum fjarskotnum landi handan høg fjøll, ímeðan tey loyva børnunum at sleppa at føla og deila sína vitan og tankar um kríggj – og frið.

Í leikinum framføra tveir leikarar, ein kvinna og ein maður, og saman við flokkinum skapa, kjaka og hugleiða tey um, hvat, hví og hvar kríggj er. Leikurin varpar ljós á sannroynd og hugflog, á kríggi, kærleika, sjónleik og veruleika. Leikurin skiftir alla tíðina ímillum rúmini: tveir leikarar, sum spæla søguna um eina gentu og ein drong og so sjónleikarnar, sum samspæla við næmingarnar og geva teimum pláss og møguleika til at hugsa seg um og til at ímynda sær ymsar støður. Næmingarnir eru ikki einans áskoðarar, men eru viðleikarar og eru virknir partur av heildini; teirra hugleiðingar, kenslur, royndir, orð, hugskot og loysnir verða tikin við upp í handlingina og inn í leikin. Móti endanum av leikinum fáa næmingarnir til uppgávu at enda søguna hjá gentuni við at finna eina loysn, sum harvið endar kríggið.

Leikurin er framleiddur í samstarvi við Danska Reyða Kross. 

Meira um leikin og Teatergrad