img

KATA vitjaði

Kórbólkurin KATA vitjaði við Listaleypinum í november. Kaldbak skúli, Eysturskúlin, Kollafjarðar skúli, Sands skúli og Nólsoyarskúli fingu hesa vitjan. Tær høvdu eina framførslu, meðan næmingarnir lýddu á og síðani fóru tey í smærri bólkar, har tey lærdu at syngja ymsar røddir til eitt skjaldur. 

Við í KATA eru: Unn Patursson, Arnfríð Lutzen, Greta Svabo Bech, Eyð Berghamar Jacobsen og Gurið Hansdóttir