KATA

event img
KATA
  • 6. - 11. nobember 2017
  • Framførsla og verksmiðja vara uml. 1-2 tímar Møguligt at hava 2 bólkar sama dag.
event img
  • Heiti:

    KATA

  • Listafólk:

    KATA: Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar Jacobsen, Arnfríð Lutzen, Greta S. Bech

  • Málbólkur:

    Forskúli og upp til 10. flokk. Í minsta lagi 10 næmingar og í mesta lagi 35 næmingar

  • Longd

    Framførsla og verksmiðja vara uml. 1-2 tímar Møguligt at hava 2 bólkar sama dag.

  • Krøv

    Øll høli kunnu brúkast. Í stórum høli er gott at hava ljóðannlegg.

  • Tíðarskeið

    6. - 11. nobember 2017

Kórlæra við KATA

Framførsla og verkstova

- Kata hevur fyrst eina framførslu av tónleiki, sum er gjørdur til kór/kvintett, og sum síðani skal vera grundarlag undir, at børnini kunnu læra at syngja í bólki. Áðrenn vit fara í holt við at velja ein sang, greiða vit í stuttum børnunum frá um skaldskap av mannamunni, og um hvat kvæðini og skjaldrini, ið vit syngja, snúgva seg um. Vit fara síðani í fimm bólkar, sum hvør av okkum lærir eina rødd. Hetta endar við einari framførslu, sum børnini framføra. Fyri at fáa øll at luttaka, ber eisini til at t.d. brúka slagverk, ikki bara rødd (a capella).

Kata syngur "Risin & Moyggin" Videolag