Interaktiv konsert við bólkinum Dánjal

event img
Interaktiv konsert við bólkinum Dánjal
  • 9. - 13. apríl 2018
  • Framførslan uml. 45 minuttir. Verksmiðja uml. 60 minuttir
event img
  • Heiti:

    Interaktiv konsert við bólkinum Dánjal

  • Listafólk:

    Dánjal á Neystabø við tónleikarum úr Danmark, Svøríki, Finlandi og Føroyum

  • Málbólkur:

    4. - 10. flokk.

  • Longd

    Framførslan uml. 45 minuttir. Verksmiðja uml. 60 minuttir

  • Krøv

    Helst ikki ov stórt rúm í mun til áhoyrarnar. Og gjarna ikki ov nógvur eftirklangur (ekko). Um har er eitt akkustiskt klarver er tað frálíkt, men tað er ikki ein treyt. Vanligur streymur

  • Tíðarskeið

    9. - 13. apríl 2018

Framførsla og verksmiðja

Endamálið við framførsluni, er at geva næmingunum/áhoyrarunum eina interaktiva konsert uppliving við plássi fyri spontaniti.
Næmingarnir sleppa at arbeiða við kreativum responsi og verður teirra arbeiði eisini inndrigið í framførsluna.
Tónleikurin er energiskur, villur, melodiskur og melankolskur og nemur okkara innastu kenslur. Við at siga frá hugvekjandi og provokerandi søgum bæði í talu og tónleiki, er tað okkara grundleggjandi tanki og endamál at seta ferð á hugflogið hjá áhoyrarunum, og at seta okkurt í gongd.


Mann kann kalla tað Storyteller Rock við íblástri úr fólkatónleiki. Onkur hevur kalla tað fyri rustaðan fólkatónleik.

Men fyrst og fremst er tað ein frálík “live” framførsla! Bólkurin hevur ígjøgnum nógv ár ment eina serstaka ætlan við tilfari um, hvussu skúlin kann nýta kreativan respons undan vitjanini, umframt uppskot til tvørfakligt arbeiði og hvussu skúlin annars kann nýta háttalagið kreativan respons í undirvísingini. Bólkurin sendir skúlanum tilfari undan vitjanini. Eitt upplagt høvi til at inndraga keativitet í skúlanum. 

Meira um Dánjal