Hygg væl eftir

event img
Hygg væl eftir
  • 16. - 20. apríl 2018
  • 4 tímar á 60 minuttir hvør ella 4 skúlatímar.
event img
  • Heiti:

    Hygg væl eftir

  • Listafólk:

    Maja og Trine, DK

  • Málbólkur:

    4.- 10. flokkur. Millum 10 - 50 næmingar

  • Longd

    4 tímar á 60 minuttir hvør ella 4 skúlatímar.

  • Krøv

    Salur ella høll, har pláss er at røra seg. Møguleika at knýta Ipad/Teldu í hátalara.

  • Tíðarskeið

    16. - 20. apríl 2018

”Hygg væl eftir” er ein verksmiðja, har næmingarnir við hipp hopp-dansi, drama venjingum og dansiorrustu fáa innlit í hugtakið pallseting og ”at vit av og á mugu hyggja væl eftir fyri at síggja sannleikan”.

At skapa koreografi til dansiorrustuna nýta næmingarnir bæði nýggjan dansilærdóm, kreativan dans og sjónleikavenjingar.

Ein hipp hopp dansiverksmiðja, har vit fáa sveittan út og har felagsskapskensla, hugdýping og sannindi er í brennideplinum. 

Maja Juel Hansen og Trine Damberg Nissen hava fleiri ára royndir við verkstovuni “hip hop-ens verden”, í fólkaskúlum, studentaskúlum, eftirskúlum og háskúlum í Danmark.