Grønlendskur maskudansur (økislistafólk)

event img
Grønlendskur maskudansur (økislistafólk)
  • 2. apríl - 4. mei 2018
  • Verksmiðja: 4 vitjanir á hvørjum skúla, hvør vitjan er ein heilur skúladagur, tímar eftir floksstigi og skema. Verður lagt til rættis í neyvum samstarvi við læraran.
event img
  • Heiti:

    Grønlendskur maskudansur (økislistafólk)

  • Listafólk:

    Connie Kristoffersen, Grønland

  • Málbólkur:

    Forskúla og 1. - 10. flokk. Millum 1 - 20 næmingar (ella ein skúlaflokkur)

  • Longd

    Verksmiðja: 4 vitjanir á hvørjum skúla, hvør vitjan er ein heilur skúladagur, tímar eftir floksstigi og skema. Verður lagt til rættis í neyvum samstarvi við læraran.

  • Krøv

    Nógv stórt høli til at røra seg. Fýra borð at stilla útgerð á. Tilfar, sum skúlin veitir: Vaseline, andlitsmáling, (svart, reytt og hvítt). Gularót (til munnstykki, vanliga er tað ein træpinnur), eygnalappar, spegl

  • Tíðarskeið

    2. apríl - 4. mei 2018

ØKISLISTAFÓLK - 4 vitjanir á 4 skúlar í 1 mánaða.

Grønlendskur maskudansur er gomul siðvenja í Grønlandi. Tað er undirhald fyri áskoðarum og verður framført av einum maskudansara.

Maskudansur hevur vanliga tríggjar grundkenslur í sínum framburði fyri og saman við áskoðaranum: At vera ræðandi, at verða stuttlig/ur og at verða fjeppandi. Maskudansarin ber masku og flytur seg ímillum áskoðararnar. Ein maskudansur tekur vanliga 5-10 minuttir

Við 4 vitjanum fara vit millum annað ígjøgnum:

> Søguna um grønlendskan maskudans.

> Kenslurnar í maskudansi: ótti, gleði og fruktabæri. Næmingarnir læra um fyrireiking, upphiting av kroppi og rødd, nærveru og venjingar við improvisation og impulsi.

> Næmingarnir kanna og finna sína masku.

> Enda verður við eini framførsla av maskudansi.

Ein verksmiðja har látur, spæl, gleði, skemt er í hásæti.