img

Ein leikhúsbussur koyrir inn í skúlagarðin

Fyrsta vitjanin við Listaleypinum í hesum skúlaárinum fór av bakkastokki í viku 43, síðstu viku í oktober.

Hetta var Rúmdarferðin við Chappari, sum vitjaði 5 skúlar kring landið. Teater Vestvolden úr Hvidovre, DK framførdi leikin.

Her eru brot úr tveimum ummælum, sum Listaleypurin fekk aftaná vitjanina:

Ein lærari skrivar: Sjónleikurin , og tað at sjónleikurin varð framførdur í einum bussi, riggaði avbera væl.... Søgan í sjónleikinum var góð, tøknin riggaði júst, sum hon skuldi. Chapper var ein góður og fjøltáttaður sjónleikari og enntá rappari. Hann hevði gott samband við børnini, og um okkurt óvæntað hendi, t.d. onkur spontan viðmerking fall, dugdi hann væl at lofta hesum. Hann var blíður og týður og  tað dámdi børnunum. Tey fingu hvør sína teknibók, tá ið sýningin var av, og tað fall eisini í góða jørð.

At tað mesta var á donskum tóktist ikki at órógva nakað serligt, uttan tað, at tað kanska gjørdist í longra lagið hjá summum av børnunum. Hetta vóru forskúlabørn, tvs. at aldurin er 5-6 ár og øll teirra eru neyvan so stinn í tí danska. Men tað bilti als ikki, og tað hjálpti heilt væl og gjørdi søguna enn meira viðkomandi, at tann lítla ballón-rúmdarveran prátaði føroyskt. Summi av teimum gomlu fólkunum tosaðu eisini føroyskt, og hetta var væl hugsað og væl sett saman.

Okkum dámdi væl leikin og takka fyri sýningina"

Annar lærari skrivar: Vit vóru 45 áskoðarar og vit sótu øll fínt inni í bussinum, sum var genialt innrættaður! Mann gloymdi púrasta, at vit sótu í einum bussi. Chappar sad og fortaldi og jongleraði við ymiskar figurar og vit kundu fylgja við í, hvussu hann tók tær upp úr eini eskju og legði tær niður í aftur - men tær vóru livandi á bakvegginum og mann varð fulkomiliga tikin við í hansara frásøgn :-)

Søgan var rørandi og eg meti, at øll børn, sum hava msit ein abba ella eina ommu kenna seg aftur í sorgini hjá lítla dronginum. Chappar megnaði á so fínan hátt, at fáa vent sorgini og stúranini hjá dronginum til gleði og til síðst lætta við, at abbin hevði tað gott, har hann var og at mann saktans kann tosa við ein elskaðan persón, hóast viðkomandi er deyður.

Lítli hjálparin hjá Chappari á rúmdarferðini, hin lítli rúmdarormurin Chip - sum enntá kløkkaði okkum øll við at tosa føroyskt, var ein fínur smálutur, sum fekk nógva umrøðu aftaná, tí hann var jú bara ein ballón. Sera stuttligt.

Vónandi er hetta ikki síðstu ferð, at vit síggja leikhúsbussin á ferð í Føroyum. Her á skúlanum ynskja vit honum hjartaliga vælkomin eina aðru ferð."